www.arf.fo







Árnafjørður


 

Árnafjørður er bygdin mitt í Norðoyggjum, hon liggur á leiðini ímillun Klaksvík og Norðdepil, ella rættari, ímillum tunellirnar á Borðoynni.

 

Árnafjørður er eitt sera gott pláss til kappróður, hetta kemst serliga av, at tað ikki so lættliga blívur óslætt eins og aðrastani í landinum, tað ger at tað ber til at venja í bátinum mestsum hvønn dag frá tí at hann fyrstu fer verður flotaður, sum dømi kunnu vit nevna, at tað vóru góð venjingarlýkindi í Árnafirði í 2005 meðan bátsmanningarnar í Klaksvík og í Norðdepli/Hvannasundi ikki hættaðu sær at at flota bát.

 

Áðrenn Norðoyastevnu 2005 var Árnfirðingur eina viku í Klaksvík og vandi, eftir hesa vikuna vóru menn á einum máli um, at venjingarnar ikki kundu samanberast, tí tað altíð er sera keðilig alda inni á vágni í Klaksvík, og verður tað trupult at fáa ein róligan róður har.

 

Ein fyrimunur ið Árnafjørður hevur fram um aðrar firðir í Føroyum er, at tað er sera friðarligt vi bátaferðslu, tað ger at kappróðrarbátarnir fáa betur lagt venjingarnar til rættis uttan at hugsa um óvæntaða ferðslu.

 

Vit á heimasíðuni vóna, at tað í framtíðini verða meira enn tann eini báturin at síggja á víkini.

 






«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk

Stuðla ÁRF

Øll kunna stuðla, við at gjalda
upphædd inn á konta í NS (9865)102.857.4


www.betri.fo