ÁRF ársins
Róðrarfelag 2007

 










Ársaðalfundur felagsins:
Verður í hølum felagsins.
Tann 20.10.2022 kl. 19:00
Skrá samb.lógum felagsins.
Nevndin


Grannskoðari hjá ÁRF:
Búðskaparstovan Sp/f
FO-700 Klaksvík
www.bl.fo

Eldri innlegg 2010

Navn: Hey
Dagfest: 8/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tað var hvussu so er FLOTT av teimum av vinna so langt fram!! Tær hingu fastar í startinum!! So, tær hava gjørt eitt ordans bragd!!

Navn: Til gentunar á Beintu
Dagfest: 7/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Haldi ikki tað var so góður endaspurtur sum tu heldur... tað er bara vísningurin frá útvarps/sjónvarpsbátinum sum var so skeivur... Man sær á málmyndinum at hann stimar langt frammanfyri allatíðina.. so serliga hjjá 5m gentum og ALVORLIGA hjá 8'mannførum.. har er onki skil á hvat útvarpsmaðurin sigur og hvat málmyndinar siga

Navn: Genturnar á Beintu
Dagfest: 7/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Havi ongantíð sæð so flottan spurt sum hasar genturnar gjørdu á Beintu í Vestmanna.
Hasar munnu vera nakað sterkar og hava góða kondi

Navn: Menn
Dagfest: 6/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hann er mannaður ljóðar, men neyvan við manning í nóg góðari venjing til at geva Vest og Eyst kapping í bestu deildini. Páll Fanga manningin hevði munað væl umborð á Klaksvíkingi og so høvdu teir prøva nakað, sum eingin hevði roynt áður. 6 mans í góðari venjing av 10 er sjálvandi ov lítið, men ja, vit fáa at síggja. Sakni í øllum førum Klaksvíkingin í ár :(

Navn: havnamaðurin
Dagfest: 6/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Klakvíkingur er longu mannaður til ólavsøku.

Navn: Hey!
Dagfest: 6/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tað hevði verið super spennandi um nú teir á Páll fanga fóru á klaksvíking, "um teir vinna hesa stevnuna" til Ólavsøkuna! :) og so vunni ólavsøkuna við Klaksvíkingi, so høvdu teir gjørt nakað ið einkin hevur gjørt fyrr... :)

Navn: hey
Dagfest: 5/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Haldi at Erla kongsdóttir hevur mest fortjent tað. Páll Fangi eru royndir rógvarar! Og teir hava ongar nipplar.

Navn:
Dagfest: 4/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Páll Fangi er tann einasti báturin sum kann fáa útvarpsteypi, so tað muga teir fara eftur á ólavsøku. Men tað hevði vei nokso cool um teir fóru á Klaksvíking og vunnið.

Navn: tíðir á drekanum vs tíðir á kvf.fo
Dagfest: 4/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: 6mf menn, páll fangi átti uml. 4:44 samb. video kvf, vs 4:37 samb. drekin.fo
8mf menn, Argjabáturin átti uml. 4:38 samb. video kvf og 4:34 samb drekin.fo

10mf menn, Vestm. átti uml. 4:30 samb. video kvf, og
4:26 á drekin.fo

Navn: ....
Dagfest: 3/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: fuck off við hasari vodafonedeildini ...

Navn:
Dagfest: 3/7-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Nú Páll Fangi kann tryggja sær FM heitið á Vestanstevnu, so vóni eg at teir fara umborð á Klaksvíkingin til Ólavsøkuna. Klaksvíkingurin sigst verða mannaður, men um teir fáa nakrar mans í góðari venjing afturat teimum bestu sum eru klárir, so geva teir kanska Vestmenningi og Eysturoyingi kapping í Vodafonedeildini :)

Navn: Hyggjari
Dagfest: 29/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Stórt rós til kringvarpið/rsf ella ábyrgdarfólk av upptøkunum frá jóansøku. Tað var ótrúliga væl upptikið og nógv betri enn á hinum stevnunum. Vónandi heldur hatta upptøku støði restina av árinum :)

Navn: Fyrrverandi rógvari
Dagfest: 17/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hvat við at senda Tyrluna á flog at ansa eftir kappróðrarbátunum? Ella hvat við at byggja eitt nýtt vaktarskip til at ansa eftir kappróðrarbátum?
Álvaratos, hava vaktarskipini so lítið at gera? Haldi bara at hatta er ov langt úti við hasum eftirlitinum.
Hvussu ofta er SAR-tænastan boðsend fyri at hjálpa kappróðrarbátum?

Navn:
Dagfest: 15/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Eg dugi ikki at síggja hví fótbóltsspælarir og rógvarir skulu setast upp ímóti hvørjum øðrum. Tað er slett ikki tað sama! Vestar eru ikki til fyri at fyribyrgja at man fer í luftina um ein hvirla kemur, men fyri at man ikki skal drukna, um tað nú skuldi hent eitt ella annað. Spyr ein hvønn sjómann í Føroyum, og hann vil geva mær rætt í at veðrið ikki altíð heldur sær so leingi. Tað kann skifta brádliga... Fyribyrging er tað vit snakka um her. Eg haldi ikki at hetta er nakað at skemta við. Vanlukkur eru hendar í Føroyum í nýggjari tíð, og hetta skulu vit læra av.

Navn: J
Dagfest: 14/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ''Veðrið í Føroyum kann skifta áðrenn man veit av''???? skulu fótbólt spælarir so renna við loddum í lummanum???? kann vera so knappligt ein hvirla kemur og tekur teir?

Navn: ST
Dagfest: 13/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Vestarnir skuldu bara verið meira kappróðrarvinarligir....

Navn: EG
Dagfest: 13/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Eg haldi at tað er í fínasta ordan at tað er kravt at manningar skulu venja í vesti (líka mikið um hetta eru barnamanningar, ella "vaksnir menn"). Og eg haldi eisini at bótin er í ordan. Hetta er sum við trygdarbeltinum, at tað tekur so stutta tíð at koyra uppá, og er fyri at fyribyrgja eina vanlukku. Hetta er fyri eins egna besta! Veðrið í Føroyum kann skifta áðrenn man veit av, og tá er betur at vera fyrireikaður, og samstundis er tann føroyski kappróðrarbáturin ikki júst tann tryggasti báturin um okkurt skuldi hent...

Eg haldi at tað skal ein hugburðsbroyting til hjá tí einstaka rógvaranum, og hjá feløgunum sum heild. Og RSF sær tað sum sína ábyrgd at fyribyrgja eina katastrofu, og tí velja teir at tað skal fáa konsekvensir ið kunnu merkjast um lógin ikki verður fylgd.

Lógin má vera líka fyri øll, tí at hvør skal definera um ein er vaksin nokk til at sleppa undan vesti, dugir nóg væl at svimja, ella nær er veðrið nóg gott til at ein ikki nýtist at hava vest uppi á sær, ella kanska bara við í bátinum??? Hetta er nakað sum ger at lógin má vera galdandi fyri allar manningar.

Trygdin er ein partur av spælinum, so tað er bara at venja seg við at brúka vest :-)

Navn: hann
Dagfest: 11/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: púra einigur ... haldi handan lógin er ber provokatión, skilji væl at tad er ynskiligt at børn, id ikki eru von at sita í báti skulu vera í vesti.. men ta ábyrgdina kunnu foreldrini og feløgini kanska eiga? .. haldi í øllum førum at 1000 kr er ALT ov nógv at gjalda fyri at ikki sita í vesti...
altso... eg skilji ikki, tí um vedrid er so ringt, at báturin kann koppa, ella hvat tad skuldi verid sum gjørdi at vesturin var neydugur, so gevur tad jú heldur onga meining at fara út, tí so far man ONKI burturúr venjingini...
eg dugi ikki at síggja at vesturin er so neydugur, at bótin skal vera SO stór...

Navn: viðmerkjarin
Dagfest: 10/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hvat halda fólk um reglurnar fyri trygdarútgerð ? Er tað ikki nokso langt úti at vaksnir menn, sum rógva úti í dýrdarveðri skulu verða kravdir at sita í redningsvesti meðan teir rógva ?

Haldi at hasar reglurnar gott kunnu verða endurskoðaar til komandi aðalfund hjá RSF ella tikið upp við bjargingartænastuna, ella hvør tað so er, sum umsitir hatta málið.

Navn:
Dagfest: 10/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: hvat hendur um man rør undan vaktarskipunum??? verður bótin hægri so???

Navn: Argjab09 vs Hoyvíkingur
Dagfest: 7/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Um NAKAR ivast, so er manningin á Hoyvíkingi NÒGV betri enn tann á Argjabátinum09: Betri formi (C2), meira royndir og rógva betri sum heild

Teir eru góðir og vanti eg at teir vinna okkurt í ár. Mótstøðan er bara hægri í 10mf enn aðrastaðni, og so leingi Eyst og serliga Klax eru við so mugu hinir bátarnir gera sítt allarbesta fyri at hanga í. Soleiðis er tað bara

Navn: Josef J.
Dagfest: 7/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ynskir teim sum vunnu a NS tillukku. vid medaljunum.
heilsan til allar manningar: haldi a, tit gera stevninar spennandi

Navn: tað arið
Dagfest: 6/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Klaksvíkingur vann heldir ikki a Norðoyastevnu tað árið

Navn: uppflyting
Dagfest: 6/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Nei nei, tað er ikki bara bara at flyta upp, og vænta at mann kann vinna, nógvar manningar hava prøva tað seinastu árini, og er tað bert lukkast fyri teir á Klaksvíkingi 2006, sigur nokk so nógv um hvussu góðir teir vóru/eru :)

Navn: :
Dagfest: 6/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: har eru 4 frá argjabátinum 09 við hoyvíkingi!

Navn: til Argjabáturin09
Dagfest: 5/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: mær vitandi, er tað ikki argjabáturin, ið er farin upp í 10mf - har eru nakrir úr argjabátinum farnir upp, og nakrir komnir afturat

Navn: Argjabáturin09
Dagfest: 5/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Aja, ikki so nemt tá man far mótstøðu :P

Navn:
Dagfest: 1/6-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: 8mf. top 6
1. Argjabáturin
2. Kvívíkingur
3. Árnfiringur
4. Ørvur
5. Knørrur
6. Fríggjarin

Navn: EG
Dagfest: 30/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Spennandi verður at síggja komandi vikuskifti, hvørjir bátar liggja í toppinum á Norðoyastevnu. Tað sær út til at blíva eitt spennandi róðrarár, og eg ynski manningunum góða eydnu. Latið okkum fjepparar stuðla, og uppmuntra manningarnar! Gleði meg til stevnurnar :-)

Navn: ...
Dagfest: 30/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: halt kjaft sum her bleiv undirhaldandi ! :D
blívi bara við við hesum her :P

Navn:
Dagfest: 29/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: tak tu tad bara roligt, árnfiðringurin skal nokk klara friggjaran...

Navn: bb
Dagfest: 29/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Ja spennandi verður um tað verður Fríggjarin sum fer heim aftur við ongum á NS ?
Men vit hopa bara at Árnfiðringur og Páll Fangi fara at klára seg gott. FM tað fara tit eftur 521%
Og tit klára tað 100%.
Árnfiðringur skal bara taka Argjabátin og Kvívíking. Og Páll Fangi skal taka Riddarin og halda seg frammanfyri Tvøroyrabádin. So er gullið við hús !! Kanska árnfiðringurin skla taka Fríggjarin eisini :D

Navn: Fríggjari
Dagfest: 28/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Fríggjarin fer at sokka ass!!

Fakta :D

Navn: Martin
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Skál fyri tí!

Navn: Òlavur
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hann ið setur seg høgt, verður setur lágt! Fakta!

Hatta er til tín, sum spillir manningina út (Fríggjarin) Hatta hevur tú skrivað til tín sjálvs...

Navn: Òlavur
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Haldi at tað er alt ov langt úti av tykkum sum spilla fólk/bátar inni her, og ikki TORA at seta tykkara navn undir! Haldi eingin skal døma nakran! Sum MR'ARIN sigur!

Virkuliga frekt. Manningin er super, venja hart. Kappingarárið er sku ikki byrjað enn! Hvørjum hava tit ilt av reyvuni av? Lati for ólukkan manningina vera! Fyyy for den lede summi kunnu vera ósportlig. Skammi tykkum!

Minnist til, hetta er til tykkum, sum ikki klára tað at teir eru VERÐULIGA betur enn tit, Føroyameistara heitið er ikki avgjørt enn. Fari í 1 flokk umaftur!

Navn: EIN MR'ARI
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Pínadoy sum summi eri ljót og frek herinni. For fanin VER MAÐUR og set títt &(/%/&% navn undir! Tað ert tú IKKI MAÐUR til!!!

Fríggjarin hevur eina SUPER manning. KAPPINGARÀRIÐ er IKKI byrjað enn!!!!! Og eiheldur ENDAÐ ENN!!!!! Eingin KANN døma nakran !!!!

Navn:
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Fantastiskt orðaval tygum hava, tað má sigast. "Hann ið setur seg høgt, verður setur lágt", men tú manst sikkurt vera ein øgiligur kraftkælur og "fantastiskur rógvari, tá tú torir at úttala teg so ljótt um aðrar rógvarar! Fy skam!

Navn:
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Mennirnir á Fríggjarinum eru nakrar stórar skrapir fyri at siga tad beint út!!! halda seg verða føroya bestu rógvarir í kappróðri, gott nokk vóru teir góðir innandura, men uttandura kunnu teir slett ikki brúkast!..
Hann ið setur seg høgt, verður setur lágt! Fakta!

Navn:
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Fríggjarin er ein fínur bátur, hóast aldurin. Og tað er VÆL møguligt at fáa bátin at ganga væl, og enntá betri enn teir nýggjaru bátarnar. Men sjálvandi er tað ein størri útfordring, og størsta útfordringin er serliga at broyta hugburð hjá fólki. Men tað vil til eina og hvørja tíð vera manningin, ið avgerð úrslitið! FAKTA!

Navn: dsd
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: fffa

Navn: Lúrari
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Fríggjarin er ein gamal bátur. Hann tekur for nógvan sjógv á seg. Meðan hinir bátanir skera betur ígjøgnum sjógvin.
Gamli árnfiðringur bleiv mannaður í 2005 haldi báturin er frá 63 ella 65. Tað er ómøguligt at fáa ein gamlan bát at ganga líka gott sum Heiðabáturin Argjabáturin Árnfiðringur Kvívíking Ørvur og kanska Knørr. FAKTA

Navn:
Dagfest: 27/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Eri bangin fyri at hinar 8MF manningarnar fara grátandi heim undan einum 53 ára gomlum báti, HAHA!

Navn: eingilin
Dagfest: 26/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: grøni fer at høvla Kvívíksskingin og Argjabátin av, og Fríggjarin fer grátandi heim

Navn:
Dagfest: 24/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Havnamenn troka seg framm í toppin KANSKA. Man skal ikki unduvordera nakran. Nú hava øll 8 mf respekt fyri Argjabátinum. Báturin sum nógv høvdu undirvordera. Men nú verður ringt at taka teir.

Navn:
Dagfest: 24/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Man veit aldrin kanska kann Ørvur, ella Knørrur troka seg upp á toppin.

Navn:
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Gamal, men góður bátur ;)

Navn: .
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ...hoyrdi at fríggjarin er ein gamal bátur :)

Navn:
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hoyrdi at Fríggjarin var óheppin á Skála, at eitt homluband fór í startinum..

Navn:
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Haldi at Argjabáturin yvirraskaði, og Kvívíkingur vann sum væntað, men hasir hava vist nokk trena í fleiri mánaðir, veit ikki hvat man skal halda um Árnfirðing? men sum man hoyrdi á Skála eru teir júst mannaðir og hava bert trena einar 14 dagar, so teir blíva nokk nógv betri enn hatta. Fríggjarin hevur sum skilst eisini verið leingið í gongd, hjá teimum er tað viktugt bara at koma víðari og gloyma handan róðurin á Skála.

Navn:
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ja tað verur ein heilt annar árnfyrringur at síggja á NS :)

Navn:
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: handan stevnan hevur einki at siga hattar er bert ein eyka trening til ns

Navn: ,
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: hvussu er Árnfyrringur nøgdur við róðurin í dag, gekk tað eftir ætlan, ella eru vónir um at taka seg longri fram?

Navn:
Dagfest: 23/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: gekk einki hjá tí grøna

Navn: Halló hvat hendir her
Dagfest: 19/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Púra eiðasør, hava tit mist áhugan fyri kappróðri??????????? Her er so stein deytt.
Hvussu man fara at gangast við Árnfiðringi?
Hvørjum kemur hann at kappast ímóti?
Hvussu við 6 mannaf.
10 mannaf. hvør er sterkur har?
og alt møguligt annað
Come ON og kjakist

Navn: a
Dagfest: 15/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Mín meining er tann at
Páll Fangi, Smyril, Riddarin og Tvøroyrabáturin fara at kappast í oddinum.

Navn: 6 mannaførini
Dagfest: 14/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hvussu man fara at gangast hjá teimum?

Navn: .,.,
Dagfest: 13/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Nú styttist til stevnurnar byrja. Hvussu sær út hjá ymsu bátunum tit síggja á fjørðinum ?

Navn: a
Dagfest: 13/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Ja Árnfiðringur hevur ein kjans.
Men teir koma at fáa harða kapping frá Kvívíkinginum. Argjabáturin er fínur eisini.
Men eg rokni við at hasir bátanir koma at kappast í oddinum. Og so verða Fríggjarin Ørvur og Knørur aftanfyri.

Navn: Alt ov deydligt
Dagfest: 13/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Her hendir ikki ein skid á kjaksíðuni.
Halda tit Árnfiringur hevur kjans?

Navn:
Dagfest: 4/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Um nakar hevur brúk fyri einum ella báðum tveimum Speedcoach, so havi eg ein Red og ein xl 1 við interface. Tlf 583099

Navn: Fleirtal
Dagfest: 2/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: For sørin altso, so nógvir. 25% av teimum sum rógva við Fríggjaranum eru kollfiringar.
Koyr á Friggjarin úr Kollafirði

Navn:
Dagfest: 2/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hann ljóðar sum ein prinsur tá hann skirvar, næstan sum tá pressufundur er

Navn: Bergur
Dagfest: 1/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Vit hava avtala umborð á Fríggjarinum at ikki luttaka í almenna kjakinum. Men eg má rættað her tá ið sagt verður at tað eru fleiri kollfirðinga umborð hjá okkum. Nei, har eru 2 kollfirðingar umborð, restin er vælgrógvaðir Vágamenn.
Ná men ja, det var det..
Gott róðrarár øll somul :)

Navn:
Dagfest: 1/5-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Gott sagt. Men tú meinar Hr og ikki HRF.

Navn: Guðmundur
Dagfest: 28/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan:

Navn: eingin
Dagfest: 28/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hey. Eg rógvi við Árnfiðringi. Og eg vil bara siga at ta eru 2 umborð á Arnfiðringi sum hava røtur úr Árnafirði.
Og har er ikki ein Argjamaður umborð á Argjabátinum.
Fríggjarin er mannaður við nógvum úr Kollafirði.
Og eg haldi at tað er gott klára av Árnfiðringum at manna eitt 8MF. Ta búgva bara 41 fólk í Árnafirði.
So tú kanst grenja sum tú vilt.
Og havnamenn hava gjørt tamm størsta dummarin nakrantíð manna Havnabátin badin. Og so leiga Klaksvíking. Og rógva undir sama navnið. Langt úti.
HRF er ein JOKE.
Og Havnabáturin verður ongantíð mannaður aftur hann er stemplaður vánaligur.
ÁRF. Koyr á.

Navn: havnarmaður
Dagfest: 27/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Burdi broytt navn frá ÁRF til HRF. havnar róðrarfelag:) Koyr á.

Navn: Josef J.
Dagfest: 25/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: tad er gott at hoyra at Arnfirdingur er mannadur, sjalvt vid folki adrastadni fra. so leingi folk hava hug at rogva vid arnfirdingi so skulu tey sleppa at rogva vid honum

Navn:
Dagfest: 20/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Ja, hví ikki, teir rógva jú fyri ÁRF og sum eg havi hoyrt vilja teir gjarna rógva við Árnfirðingi, sjálvt um onkur av teimun gott kundi fari umborð á bátar í høvuðsstaðnum. Annars gott at tær smáu bygdirnar eru umboðaðar, í hesum føri nokk tann minsta í kappróðrarhøpi.

Navn: Anf.
Dagfest: 20/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Mannaður sum í fjør, við havnamonnum, men er tað vegurin framm ??

Navn:
Dagfest: 19/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Er 8-mannafari hjá tykkum mannað ? :)

Navn: kappnsi
Dagfest: 16/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: tað er tí at bara fólk ið róðu við kunna síggja listan..........
tað er tað nýggjast inna tað tekniska við rógvikappignum

Navn:
Dagfest: 15/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Riggar fínt hjá mær at hyggja at úrslitunum...

Navn:
Dagfest: 15/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: "Filen er beskadet og kan ikke repareres" stendur á heimasíðuni hjá Kap-NSÍ tá eg skal hyggja eftir úrslitunum frá Bakkafrost Open 2010.....

Navn: Samdur rógvari
Dagfest: 14/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Púra samdur við Heina Hátún, tað líkist ongum at KVF ikki eingong hevur eitt innslag frá Bakkafrost Open. Minst til at kappróður viðkemur hóast alt fleiri 1000 fólkum, tí í ongari ítróttargrein í FO, eru so nógvar bygdir/býir umboðaðar! Har kundi verið mangt áhugavert at tikið upp, m.a stórtalenti úr Miðvági sum er ein fantastisk søga í inniróðrahøpi!
Skilji ikki hví man skal gera so nógv burturúr fótbóltinum, tí fyri at føroyskur fótbóltur skal gerast áhugavert sjónvarpstilfar, má man hava minst 4-6 kamera í ymiskum vinklum.
Tó skal KVF hava rós fyri tað ídni teir løgdu í kappróðurin síðsta summar, við sending mánakvøld eftir hvørja stevnu, takkfyri tað! Vónandi verður hesin táttur uppaftur tikin í summar.
Annars eru úrslitini frá Bakkafrost Open at síggja á www.kappnsi.info.

Navn: ja, Heoni
Dagfest: 13/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tú ert cool:)

heilsan
Sára 15 ár úr Viðareiði

Navn: Gongurólvur
Dagfest: 13/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Gott sagt Heini!!

Navn: amen!
Dagfest: 13/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: einig Heini! gott at tú gert vart fyri okkum :)

Navn: Heini Hátún
Dagfest: 13/4-2010
T-post: heini@manntal.fo
Heimasíða: eingin
Heilsan: Eg sendi fylgjandi viðmerking til Kringvarpið.
Annars tillukku tit sum róðu, sera flott avrik hjá fleiri, so heilt avbera hjá tí unga!

VIÐMERKINGIN TIL KRINGVARPIÐ:
Eg var spentur at hyggja at innikappróðrakapping í gjár í 3-2, vit hava ein 16 ára gamlan ekstremt góðan nú, slær alt danskt og hevur avgjørt topp internationalt støði.

Róði 6:09, 16 ára gamal, heilt burturvið! Hetta er grein har vit hava veruligt altjóða potentiali. Ein annar var við sum vann silvur í DM í januar, hann vann eisini kappingina og mundi tikið føroyskt met. Flott!

Men sum vanligt so skal man ígjøgnum allar fótbóltsdystir fyrst, og tað verður hvørt einasta vikuskifti heilt fram til heystar. Og eisini fáa at vita næstu dystirnar osfr.

Tað er 2 innandura kappingar í kappróðri um árið, millum 20-30, ja kanska fleiri fótbóltsumfør. Sama við hondbóltinum.

Hví í verðini ikki hava kappr. innslag, fremst í 3-2 tá hetta einaferð er á skránni? Hesaferð var róðurin slett ikki við. Eisini hevur FM í estetiskum fimleiki verið, var heldur ikki við. Men gallaveitslurnar frá hondbólti og flogbólti (smáar ítróttargreinar í altjóða høpi). Eitt er at man nevnir hvør var ársins spælari osfr, men at hava fullan dekning av ballum, samstundis sum aðrar sentralar kappingar vera fráraðfestar haldi eg er skeivt.

Bólturin er stuttligur og skal raðfestast, men hann verður alt ov raðfestur í Føroyum í mun til annan ítrótt.

Tit hava helst tykkara stríð at fáa ting at ganga upp, men eg haldi einvegis hellingin í føroyskarum ítróttar ”coverage” er eitt sindur strævin.

Kunnu vit ikki gera hetta betri kappróðri og føroyskari ítrótt yvirhøvur at frama?

Heini Hátún

Navn: Bakkafrost open
Dagfest: 12/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Knørra dreingir vunnu stafett hjá Barnaróðri ... hehe

Navn: Úrslitini frá Bakkafrost Open 2010
Dagfest: 12/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tey munnu nokk feira endaballið enn í NSÍ- kappróðri, síðani tey ikki hava lagt úrslitini út enn :)

Navn:
Dagfest: 11/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hvar blíva úrslitini av ? ùtavlagi vánaligt. Kann man ikki eingong fáa at vita hvør vann ?


Navn: kappnsi.fo
Dagfest: 9/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Har stendur, at tað ikki er dagført síðani 5 apríl.

Navn:
Dagfest: 9/4-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Eru tað so fáar tilmeldingar til inniróðurin í Runavík í morgin, ella eru tey í NSÍ-kappróðri bara vánalig til at dagføra yvrilitið???

Navn: 10 apríl
Dagfest: 29/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Nú ber til at melda seg til kappingina í Runavík: Bakkafrost Open 2010, inni á www.kappnsi.info

Hetta gerst undir leinkjuni: tilmeldingar

Navn:
Dagfest: 23/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hvussu verður við Sundas ?
Eg havi hoyrt at teir hava keypt gamla Eysturing, eru teir mannaðir?

Navn: Seksaringar
Dagfest: 20/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tja, gott hugskot, men tað er ringt at manna 8 mf og 10 mf, so tað verður sikkurt enn og verri at manna ein seksaring :)

Navn:
Dagfest: 20/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hvussu hevði verið at voksi um flotan við seksaringum eisini í FM høpi????

Navn: ..
Dagfest: 17/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: eg haldi tað er eitt gott hugskot .. nógvar av barnamanningunum gera eisini nógv við venjing :)
og eg haldi at tað er meira spennandi og stuttligt at kunna kappast um FM, so sjálvandi skulu tey eisini sleppa tað ;)

Navn: omu
Dagfest: 15/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: All right, skulu vit seta lív í kjakið aftur?
Hvat halda tit um at barnaróðurin skal vera partur av FM kappingini?

Navn: Johnny
Dagfest: 15/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Nú hvussu gongur við roysninum? liggur tað enn og flótar???

ella hava tit naka anna at bjóða uppá?

Navn: MD
Dagfest: 11/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: hvat halda tit um uppskotið í Róðrarfelagið Knørrur tekur upp til Aðalfundin, um at gera eitt Føroysk landslið í kappróðri - í Outriggara(altjóða bátum) www.rk.fo

Ljóðar spennandi!

Navn: Ársins Roysningar
Dagfest: 10/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ÁRF er eitt Roysningafelag

Navn: Heini Heinesen
Dagfest: 10/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ÁRF= Føroya besta róðrafelag, tað er fakta :)

Navn: Vinnarir 2010
Dagfest: 10/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: spennandi!!

trúgvi at tað verðru spennandi í nógvum róðrum í ár:
Blika dreingirnir trúgvi eg verða góðir í 5mf dreingir og góngurólvur nokk í 6mf kvinnur...

spennandi við 8mf.... hvat Fríggjarin kann gera við hinar, haldi teir hava gamlan bát !! :(

Navn: Hvør halda tit fer at vinna í ár?
Dagfest: 9/3-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Spennandi um tit kundu givið eitt boð.
Eitt boð og góða grundgeving

Takk fyri

Navn:
Dagfest: 31/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tað er stuttligt at síggja hvussu fólk blanda nationalromantik og ítrótt í ein peruvelling.

Ítróttur er talent, venjing og vilji. Nationalromantikk kann ein brúka, til at seta seg upp við, í besta føri, men verður ofta uppfata negativt og kann á ein positivan hátt, verða nýtt sum partur av viljanum til at vinna.

Men um ein hyggur rationelt uppá ítrótt, handlar tað um at vera best, líkamikið um tú ert kinesari, føroyingur ella dani. Har tú finnur fólk úr øllum londum, sum hava talent, ikki tí at tey koma frá einum ávísum landi, men í kraft av sínum nærumhvørvi og sær sjálvum.

Lond eru í botn og grund socialt konstrueraði og hava ikki verið í allar ævir.

Menniskja er soleiðis innrætta, at tað gjarna vil gera bólkar, har man fevnir summi og útihýsir øðrum.
Tekur tú tað á stórskala, fært tú sama úrslit, bara eitt meir komplekst bílæt.

Navn:
Dagfest: 31/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Prátaði við ein enskan rógvara av Hoyvíkingi á ólavsøku, og hann segði at tað als ikki var teknikkurin sum var so sverur, men at teir manglaðu styrkina í yvirkroppinum, sum føroyingarnir høvdu. So einfalt var tað

Navn: til Kristinu
Dagfest: 30/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tað hevur eingin sagt nakað um....!! les ordiligt áðrenn tú grenjar!!
Eingin er betur en Føroyingar at rógva í føroyska bátinum:) so einfalt er tað!

vh
ein Argjamaður

Navn: Hvat siga tit?
Dagfest: 29/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Er tað verðuliga nakar her sum sigur at útlendingar eru betri enn føroyingar at rógva í føroyskum bátum?????
Totalt undirlutakendslur! Hatta mugu verða sambandsfólk av argjabátinum sum skriva

Vinarliga
Kristina

Navn: soso
Dagfest: 29/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Ein ítróttur verður bara dømdur út frá pulsinum?

Navn:
Dagfest: 26/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Púra einigur, endeliga onkur id skrivar sum hevur nakad millum oyruni, og ikki bara spýr gor og gallar úr sær.....

Vælsigna at lesa

Navn:
Dagfest: 26/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: einigur - føroyskir rógvarir eru væl fyri, men at siga at teir eru betri fyri enn altjóda-rógvarar basera uppá ein sigur á eina útlendska manning, id hevdi sitid í einum føroyskum báti 4 ferdir. Tad er út av lagid vánaligt. Set t.d klaksvíking at venja 4 ferd í ein 8'ara og so at kappast ímóti hasum monnunum, har teir høvdu ród saman alt árid saman - hevdi jú heldur ikki gingid, og høvdu teir óiva tapt nógv meir enn hvat hoyvíkingur tapti á ólavsøku.

Alt gott um føroyskar og útlendskar rógvarar :)

Navn:
Dagfest: 25/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Líka vidmerkja eitt fakta Hoyvíkingur vandi EINANS 4 ferdir í fjør og ikki 14 ferdir. Annars so hevdi tad jú eisini verid fullkomiliga út av lagi langt úti um teir vunnu. Teir kappadist jú ímóti bátum sum høvdu ród saman alt árid og nógvir í fleiri ár.

So tad er jú bara at fegnast yvir at man ikki bara kann koma frá sídulinjuni og vinna tad heila her. Føroyski kapprógvarin er væl fyri :)

Navn: Huff
Dagfest: 25/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Er tað bara eg, sum haldi at hetta kjaki er í forbannað lágum støði. Er tað so tídningarmikið, at vita hvør ítrottargrein er tann harðasta. Tað er bara mannfólk, sum kunnu diskutera hettar í fleiri dagar.

Heilsan eitt mannfólk

Navn: 3-2
Dagfest: 25/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Eg sá sendingina á ólavsøku um kappróðurin og tá segði ein enskur rógvari at tað var "bloody hard" og at fø rógvarnir vóru ótrúliga sterkir og í góðari venjing. Ikki undirmeta føroyingar í bestu venjing!

Navn: hahaha
Dagfest: 24/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: " 4 ferðir"???? Nei góði 14 ferðir. Diskutera nú ikki um fjas. Føroyingar knústu útlendingar, og vístu líka sum í svimjing, sangi o.a. (uttan bóltspøl) at vit duga har vit gera ein innsats! :D

Navn: okok
Dagfest: 24/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: So teir á Hoyvíkingi vóru also ikki í venjing? Teir eru ikki vanir við at ferðast runt heimin og rógva til ymsik tiltøk og við ymiskum bátum?

Enn einaferð tosar tú um ting tú ikki veit ein skid um.
Far heim og lippa!

Navn: ..
Dagfest: 24/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: hvussu stendur vid 8 mannaførum í ár .. eru nøkur mannaði :) ?? hoyrdi at argjabáturin var mannaður, passar tad ?

Navn:
Dagfest: 24/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: So vítt sum eg veit so vóru teir á Hoyvikingi í fjør bert úti 4 ferdir, harav tad líka bleiv roynt at róg í bekk 2 tær sídsu venjingarnar.

So eg trúgvi ikki so nógv, at tad var ein spurningur um tad var ov hart til teir, men meira tad, at teir aldrin havi sita á handan hátt.

4 venjingar....Tá er ikki nógv tíd til "umskúling"....

Navn: ...
Dagfest: 24/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: gay!

at broyta stilling frá lunnum upp á bekk í einum spurti finnur tú ikki nakrastaðni. Og hvussu hart tað er ímun til altjóða rógving...tja so hygg at Hoyvíkingi síðsta ár og hvussu fullkomuliga ferdigir hasir vóru og hvussu teir bara máttu viðurganga at hatta var ov hart til teir....

Tað í hetta kjakið botnar í er, um pulsur er tað sum avgerð hvussu harður ein ítróttur er...og tað er tað ikki!!! Nógv at siga, men LANGT frá alt

So verð nú ikki ein smágenta, og góðtak at tú hevur nógv at læra enn... og ikki minst um ítrótt


Navn: Fø Rógving Vs Boksing
Dagfest: 22/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Tú mást vera komplett idot! orsakað mín málburð, men tað er ræðuligt at lesa ein í rør kapp í Føroyum (tað gangi eg út frá tú gert) veit so lítið um Ítrótt sum tú!

Eg rógvi sjálvur kapp og havi gjørt tað í fleiri ár. Men tú kanst ikki samanbera Boksing við Fø Kappróður! grundirnar eru fleiri:
Hvussu langa tíð tekur ein boksidystur?hvussu langa tíð tekur tað at rógva eitt mál? bara tað í sær sjálvum ger tað til heilt hvør sín ítróttur!

Tekniskt sæð er Boksing jú so yvirdrivið nógv sverari enn FØ kappróður - tað kan slett ikki diskuterast og um tú heldur at báðar ítríttargreinarnar eru líka sverar tekniskt, so vil eg fegin vita hvuss tekniskt tú rørt? tú mást vera nakað forbannað grovir!

Tað at man skal upp í endaspurt, tá ið man longu er ferdigur??? hvat er tað fyri møsn at siga?? allar ítróttargreinar í eru exlposiver, eins og FØ kappróður, hava ein spurt til síðst - helt tú kanska tað var nakað í FØ kappróður hevði patent uppá?

eingin ivi um at FØ kappróðurer harður, sera sera harður, men at seta hann so forbannað nógv hægrið enn altjóða rógving og sammeta hann við boksing er skeift samanborið!!! Ítóttargreinar ið eru ymiskar, ávirka kroppin ymsik, tískli kann man ikki siga 100% hvat er harðari enn hvat!

over and out! :)

Navn: ja
Dagfest: 22/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ja harðari enn C2 rógving.
ì fø rógving er teknikkurin nógv sverari, aldur, báturin ikki gjørdur til at rógva kapp, tungur, vindur, bekka, endabekk aftaná mann er fullkomiliga ferdigur, ógvusligari bekksár....mann kann blíva við.
Ca. á sama støðið sum boksing.
Um tær ikki dámar tað fakta, so flyt til danmarkar og rógv á teirra bøssa báti sum er lættari enn flogboltur

Navn:
Dagfest: 21/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: gód sída tú vísur til, ífylgi tínum lista er flogbóltur hardari ítróttur enn rógving, ikki sannheit?

Navn:
Dagfest: 21/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: ?

Navn: Jwn
Dagfest: 21/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Er Árnfeðringur mannaður.?

Navn: hygg her
Dagfest: 20/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: http://sports.espn.go.com/espn/page2/sportSkills?sort=total_rank#grid


Tapari! "Hjarta sigur ....blablabla"!

Navn: Ikki skriva sum um tu veit slíkt
Dagfest: 20/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Boksing júst vald harðasti ítrottur. Hví? Pulsurin sum er hægst har? Neyvan! Renning hevur hægri puls í miðal samanborið tíð á øllum strekkum.
Men Boksing, Ironman og fø.kappróður hava aðrar faktorar enn bara høgan puls ið gera hann harðari enn aðrar "beintframm" ítróttargreinar.

Løgi at undanfarni ikki kann viðganga tá mann tekur feil. Men ringt at vera maður og gera tað á hesari heimasíðu

Navn: hmmm
Dagfest: 17/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: seinast nevndi í talar um sandsekkir og renna eftir sløttum, sær ikki út til at vita nógv um grunnleggjandi fysiologi. Hjarta sigur neyvt hvussu hart tad tú gert er, ógvuliga einfalt

Navn: Gott ÁRF
Dagfest: 13/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Gott ÁRF sjálvandi skal tað kosta at venja hjá fólkið, tey sum ikki vilja gjalda hava ikki hjarta fyri felagnum
Koyr á ÁRF

Navn: Nei!
Dagfest: 11/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: Hasin veit lítið um ítrótt.
Rennur tú 1000m á beinum sløttum strekki skjótt í bestu veður umstøðum, og so 1000m við einum 80kg sekki í fevninginum, mótvindi og í haganum. Pulsurin var 190 í báðum førum. Hvat heldur tú var harðari?

Tað fyrra er C2 og seinna Fø. kappróður.


Navn: c2 vs fø kappróður
Dagfest: 5/1-2010
T-post: eingin
Heimasíða: eingin
Heilsan: tað einasta sum sigur um hvør ítróttur er harðari, er hvussu høgur eins pulsur verður undir íðkan og hvat miðalpulsurin hevur verið gjøgnum teinin ein hevur ró, um tað so er fø róður ella c2.






«2023»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk


NETbingo

www.bingo.fo

Trýst her!