Árnfirðingur fær neyst
27.02.2006 - 16:32Á býráðsfundi í Klaksvíkar kommunu í november varð samtykt, at Klaksvíkar kommuna skuldi veita ÁRF 900.000 kr. í stuðli til at byggja neyst. Hetta er eitt stig á leiðini hjá felagnum.
ÁRF eigur onki neyst sum nú er og vil tí undir at byggja eitt, tí sum nú er stendur báturin í lántum neysti. Ætlanirnar hjá felagnum eru at byggja eitt neyst í bátahylinum í Árnafirði, men fyrst mugu byggisamtyktirnar fyri økið broytast, og tað er í umbúna. Neystið er í tveimum hæddum og hevur høli til bátar og WC og brúsurúm í niðaru hæddini, meðan felags/venjingarhøli er í ovaru hæddini. Fíggingin til neystið er komin til høldar. Neystið kemur at liggja væl fyri, beint við bátadrátt og har eru góðir parkeringsmøguleikar.
Ein nýggjur bátur er bílagdur til felagið, og verður hann væntandi klárur í 2007. Neyðugt er við nýggjum báti, tí verandi bátur, 8 mf. Árnfirðingur er bygdur í 1965. Avgerð er tó ikki endaliga tikin enn um tað verður eitt 8 mf. ella eitt 6 mf. sum verður bygt.
- H.S
Grein av www.nhr.fo
Samrøða sum Havnar Róðrarfelag hevði við ÁRF
– 40 ára gamla 8-mannafarið Árnfirðingur, sum Niclas í Koltri smíðaði 1965 hevur staðið í minuhúsi í Árnafirði síðani 70-árunum. Og nú gera vit eina roynd at birta í aftur áhugan fyri kappróðrinum í Árnafirði, sigur bátsformaðurin Julius Steffensen.
Tað var ein kærkomin sjón, tá ið vit sóu 8-mannafarið Árnfirðing á norðoystevnu í ár. Báturin hevur ikki verið at sæð síðani 1975 , tá ið hann róðu seinasta róðurin í eini annars góðari róðrartíð í 60-árunum. Árnfirðingur róði fyrstu ferð á jóansøku 1965 og vann Fm-heitið í 1966, 1967 og 1968.
Í ár hava so nakrir ungir menn mannað bátin við tí í huga at birta í aftur áhugan fyri kappróðrinum í Árnafirði. Í Árnafirði búgva 45 fólk. Vit hava hitt bátsformannin Julius Steffensen:
– Fýra av manningini búgva í Árnafirði, tveir eru ættaðir úr Árnafirði, tveir klaksvíkingar rógva við bátinum og so er seinasti rógvarin úr Hoyvík. Árnfirðingur stendur í Árnafirði, so vit hava ikki bestu umstøður at venja, tí rógvarar mugu ferðast langt. Tí venja vit hvør sær mest í maskinum, og eru ikki so ofta í bátinum, sum aðrar manningar.
– Okkara fyrsta mál í ár er at gera eina roynd at birta í aftur áhugan fyri kappróðrinum í Árnafirði. Vit fingu at vita frá fólki, at vit ongan møguleika høvdu við einum 40 ára gomlum báti, men vit gera eina roynd kortini. Og vit ivast ikki í, at báturin kann fáast at ganga, men av teimum nýggju monnunum umborð á Árnfirðingi, hevur bara ein rógvari róð fyrr, sigur Julius.
Vit hava bílagt eitt nýtt áttamannafar frá Sámali, men bátin kunnu vit ikki fáa fyrr enn 2006 ella helst ikki fyrr enn 2007. Vit hava roynt at ligið fram við og lánt annan bát, men tað er ikki lætt. Men framvegis rógva vit av lívsins kreftum við Árnfirðingi og eru hampiliga væl nøgdir higartil.
– sum áður sagt, so hevur báturin staðið í einum gomlum minuhúsi í Árnafirði, og tá ið róðrarárið var liðugt í 60-árunum, var báturin borin úr støðni og niðan í minuhúsið, og har stóð hann fyri veturin. Minuhúsið er langt frá bygdini. Og sum sagt, róði Árnfirðingur fyri seinastu ferð í 1975, og hevur báturin staðið í 30 ár, sigur Julius Steffensen at enda, og sum situr á sama bekki sum pápin sín gjørdi í 60-árunum.
Vit hava skrivað tað fyrr og kunnu endurtaka tað enn einaferð. Frálíkt og áhugavert at ein bygd sum Árnafjørður við 45 fólkum eisini kann vera við í føroyskum kappróðri. Og so vóna vit, at royndin fer at eydnast hjá ungu monnunum umborð á Árnfirðingi at birta lív aftur í kappróðurin í Árnafirði. (Vagnur)
Gamlir bátar aftur at síggja
Kappróður: Tveir gamlir kappróðrarbátar vera aftur at síggja, tá farið verður at rógva kapp í ár. Annar er 8-mannafarið úr Árnafirði, hin er 10-mannafarið av Skála
Sjálvt um vanliga stigið hjá kappróðrarfólkinum er at byggja nýggjar bátar, er tað ikki tann vegurin, sum róðrarfeløgini í Árnafirði og á Skála hava valt. Í ár umboða bátarnir sínar egnu bygdir aftur, og felags fyri feløgini er, at tey halda fram í gomlu bátunum.
Samanborið við nýggjaru bátarnar má sigast, at hesir báðir eru gamlir. Árnfirðingur varð bygdur í 1965 og verður tí 40 ár í ár, og Skálabáturin varð bygdur í 1969 og verður tí 36 ár í ár. Men tað tekur ikki móti frá manningunum.
Manningin fram um bátin
Dan Pedersen av Skála hevur í fleiri ár verið formaður í róðrarfelagnum í bygdini. Hann er ein av teimum, sum er farin aftur í bátin og hann leggur dýran við, at teir fara í bátin fyri at vinna. Tað er tað, sum kappróður í høvuðsheitum snýr seg um, og sjálvt um tað eru nøkur ár síðan báturin luttók av álvara, er einki broytt í so máta.
- Vit fara við fyri at vinna. Tað sigur seg sjálvt. Vit eru eisini sannførdir um, at vit kunnu kappast við teir bestu, tí bátinum feilar einki. Kanska skal okkurt smávegis gerast við hann, sigur Dan Pedersen.
Spurdur, hví Skála Róðrarfelag ikki skiftir bátin út, sigur Dan, at tað júst er tí, at talan er um ein frálíkan bát.
- Eg haldi, at í mongum førum verður ov nógv gjørt burtur úr nýggju bátunum. Tað snýr seg serliga um manningina og minni um bátin, sigur Dan Petersen.
Og júst viðvíkjandi manningini sær út til, at skálamenn hava fingið fatur á fólki við royndum. Allir uttan ein sum hálar í árarnar hava verið í báti fyrr, og fleiri hava nógv ár á baki. Tí roknar Dan við, at tað fer at gangast teimum væl.
Manningin er farin at venja, men verri enn so so hart sum sagt verður frá aðrastaðni.
- Vit halda okkum til gamlan sið um, at vit fara ikki í bátin fyrr enn flaggdagin. Vit eru farnir at venja, men vit skræða okkum ikki sundur. Vit halda hetta vera røttu leiðina fram, sigur Dan Pedersen.
Endurreisn í Árnafirði
Er talan um gamalt og roynt fólk á Skálabátinum, ber ikki til at siga tað sama í sambandi við Árnfirðingin. Av teimum átta sum rógva, er bara ein, sum hevur róð áður. Hinir eru allir nýggir og tí vil Atli S. Justinussen ikki leggja stórt trýst á manningina.
- Vit vita, at vandi er fyri at vita enda aftast í fleiri róðrum, men vit manna bátin fyri aftur at fáa lív í bygdina og róðrarfelagið, sigur hann.
Í heila tikið hevur kappróður upplivað eina endurreisn í Norðoyggjum seinastu árini og tað fegnast Atli um.
Tað byrjaði við, at Klaksvíkar Róðrarfelag vann trý meistaraheitið fyri nøkrum árum síðan, og breiddi seg síðan norður í Sund. Har gjørdu sundamenn tað bragd, at teir í fjør vunnu meistaraheitið fyri 6-mannafør hjá monnum, og nú er basillan komin til Árnafjarðar.
- Fleiri okkara hava tilknýti norðuri í Sundi og tí er tað nokk so náttúrligt, at áhugin sæst aftur her, sigur Atli S. Justinussen, sum tó ikki sjálvur skal í bátin.
Gamlir vinnarabátar
Báðir teir gomlu bátarnir, sum nú aftur vera at síggja í kapping eru gamlir vinnarabátar. Skálabáturin vann FM fyri ikki so nógvum árum síðani, men Árnfirðingur gjørdi nógv vart við seg í sekstiárunum. Millum annað vann hann meistaraheitið trý ár á rað frá 1966 til 1968, og onkur av teimum, sum manna bátin í ár, hava tilknýti til ta manningina.
- Fólkið er bæði higani úr bygdini og aðrastaðni frá. Pápi onkran teirra róði í sekstiárunum, so tað eru bond aftur til stóru árini. Men hetta er ein nýggj byrjan, sum skal síggjast í ljósinum av, at kappróður í Norðoyggjum hevur vundið upp á seg seinnu árini, sigur Atli S. Justinussen.
Heldur ikki árnfirðingar hava valt at keypa nýggjan bát, hóast hesin fer um tey fýrati í ár. Hinvegin hava teir skift tollar, árar og annað út, og tá báturin annars hevur staðið væl, er hann í fínasta standi.
- Tað er hann og her í bygdini gleða vit okkum til at síggja gamla bátin við gomlu litunum á floti, sigur Atli.
Hendan grein stóð í Dimmu 8 apríl 2005(Sveinur Tróndarson).