www.arf.fo







 

Lógir/Viðtøkur felagsins

 

§ 1 Navn og heimstaður. 
Navn felagsins er Árnafjarðar Róðrarfelag, og heimstaður felagsins er Árnafjørður

 

 

§ 2 Endamál. 
Endamál felagsins er at geva fólki, serliga í Árnafirði, møguleikan at rógva kapp og menna og vekja áhugan fyri kappróðri.

 

 

§ 3 Limaskapur. 
Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni noktaður limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan. 
Feløg og onnur áhugaði, kunnu gerast hvílandi limir. 
Nevndin ásetur støddina á limagjaldinum fyri virknar-, hvílandi- og ungdómslimir. Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánaða freist til ein 1. í einum mánaði. Nevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan. 
Felagið kann útnevna heiðurslimir.

 

 

§ 4 Aðalfundir. 
Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin áðrenn mai mánaður er farin. 
Nevndin kallar inn til aðalfundar skrivliga og/ella við uppslagi við í minsta lagi 14 daga varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og -skrá. 
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

 

 

Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan: 
* Val av fundarstjóra. 
* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið. 
* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. 
* Val av nevndarlimum og tiltakslimum. 
* Val av Reg.grannskoðara(Skrásettum Grannskoðara) 
* Innkomin mál. 
* Ymiskt.

 

 

Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara. 
Bert limir, sum hava fylt 14 ár, hava atkvøðurætt. Valbærur er limur, sum er fyltur 18 ár. 
Hvílandi limir hava møti- og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt.

 

 

§ 5 Eykaaðalfundir. 
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 10 limir krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.

 

 

§ 6 Nevndin 
Felagið verður stýrt av eini 5 manna nevnd. Nevndarlimir verða allir valdir í senn og sita í 2 ár. Formaðurin verður valdur beinleiðis. 
Tiltakslimir verða valdir fyri sama tíðarskeið. Nevndin heldur fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 3 nevndarlimir eru á fundi. 
Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt. Fer nevndarlimur frá í úrtíð, kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað. 
Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.

 

 

§ 7 Tekningarreglur. 
Felagið verður teknað av nevndarformanninum, ella trimum nevndarlimum.

Sponsor-avtalur vera at undirskriva av einum av nevndarliminum. 

 

 

§ 8 Heftilsi. 
Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

 

 

§ 9 Roknskapur. 
Roknskaparár felagsins er frá 1/1 og til 31/12 . Fyrsta roknskaparár er frá stovnan felagsins og til 31/12-2005. 
Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum Reg.Grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.

 

 

§ 10 Viðtøkubroytingar. 
At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

 

 

§ 11 Avtøka. 
At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir. 
Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál.

 

 

Soleiðis samtykt á aðalfundi 
Árnafjørður tann 06/04-2005


 






«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk

Stuðla ÁRF

Øll kunna stuðla, við at gjalda
upphædd inn á konta í NS (9865)102.857.4


www.betri.fo