www.arf.fo








FSR Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

 
 

Dagfest á Tvøroyri hin  16. juni 2011

 

 

Til kappróðrarfólkini ! 

 

 

Hjartaliga vælkomin til kappróðurin á Jóansøku 2011,  ið verður leygardagin 

25. juni á Trongisvágsfirði.

 

 

Bátarnir skulu standa:

Bátarnir skulu setast millum Flakavirki (F) og Landingarmiðstøðina (L), har bátadrotturin (B) eisini er. Skiltir eru uppsett og vegleiðing á staðnum. Mælt verður at hava bátasledu/bátaskateboard við, tí 100 m er frá Smyrli til bátastaðið har bátar, sum standa longst vekk.

Latbilar:

Mælt verður frá at taka lastbilar við Smyrli. Kemur onkur tó við lastbili, skulu teir stillast norðanfyri Flakavirki (F) yvirav R.B.Thomsen. Bilar sleppa ikki inn á økið har bátar standa. 

Bátadrátturin:

Bátadrátturin er við endan av keiini og har verða bátanumrini (N)útflýggjaði.


Matur:

Matur verður at fáa í kantinuni í skúlanum (S) nakað omanfyri keiina frá kl. 12-17. Eisini verður høvi at keypa sær okkurt at eta á keiini.

 

WC:

Møguleiki er at fara á wc ískúlanum (S), flakavirkinum (F) og hjá Tvør. Havn (H).

 

Róðurin og manningarskift:

FM róðurin byrjar kl 15.00 stundisliga. Manningarnar skifta somuleiðis við bátadráttin (B).

 

Barnaróður:

Barnaróðurin byrjar kl  13.00 stundisliga. Beint eftir barnaróðurin rógva oldgirls og oldboys.

 

Old-boys/girls róður:

Er áhugið, verður skipað fyri old-girls- og old-boys róðri, har aldurin verður 35 ár og eldri.

Boðast skal frá hjá FSR v/ Niels Jacobsen seinast týskvøldið 21. juni kl 21.00.Tlf sí niðanfyri.





«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk

Stuðla ÁRF

Øll kunna stuðla, við at gjalda
upphædd inn á konta í NS (9865)102.857.4


www.betri.fo