www.arf.fo







Katla úr ÁRF, er leiga út til Vestamanna, og rør sum Havfrúgvin

Í kappróðri er ikki altíð líka lætt, at manna bátarnar hjá róðrarfeløgum, runt um í landinum.

Tað er ymiskt hvussu tað fellur til, tey seinru árini hevur ÁRF havt upp til 3-4 manningar onkur ár.

Og samstundis hava onnur feløg her norði, onga manning havt.

Í ár er so ongin manning í ÁRF.

NHR er í somu støðu, tey hava nú heldur ongan manning tíverri.

Nakað áðren Norðoyastevnu, kom fyrispurningur úr Vestamanna,
har tey spurdu, um tey kundu leiga okkara fimm mannafar Katlu.

ÁRF valdi at leiga bátin út, til Vestmanna, og rør báturin fyri
róðrarfelagið í Vestmanna sum Havfrúgvin.

Tey hava tvær manningar í FM, 5 mannafør dreingir og 5 mannafør kvinnur.

Hjá dreingum hevur báturin veri 3 fer nummar 4 og ídag vunnu teir bronsu.

Hjá 5 mannafør kvinnum, hevur báturin vunni allar 4 stevnurnar, sum
hava veri í summar, og liggja tær á odda.

Og so kunna vit leggja aftart, hvør hevur smíða bátin.

Sum nevnt fyrr í greinini, so hevði ÁRF fleiri manningar,
og vit manglaðu bát til róðrarárið 2008.

Fyrispurningur bleiv sendur til Kollafjarðar, tí tann sum hevði
smíða okkara nýggja átta mannafar Árnfirðing, fekk ikki smíða
felagnum nýtt fimm mannafar til 2008.

Avgjørt bleiv tí at fáa Terja R. Jacobsen, úr Kollafirði, at byggja
felagnum nýggjan bát.

Hetta er tískil fyrsti kappróðarbáturin, sum Terji hevur smíða.

Stutt eftir, smíðaði Terji nýggjan Blik til Argja Róðrarfelag.

Og ikki kann sigast annað, enn at bátarnir sum Terji hevur smíða
 eru framúr góðir.

Hyggja vit eftir úrslitinum í 2012, so liggja hesir báðir bátarnir,
á odda í sínum róðrum.

Hjá fimm mannaførum kvinnum liggur Havfrúgvin(Katla) á odda
og Blikur liggur nummar tvey í FM kappingini.

ÁRF/Atli




«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk

Stuðla ÁRF

Øll kunna stuðla, við at gjalda
upphædd inn á konta í NS (9865)102.857.4


www.betri.fo