www.arf.fo







Mynd: www.arf.fo - Myndamaður felagsins.: Jósef Jacobsen

Nú tríggjar stevnur eru farnar afturum, er Klaksvíkingur á
odda við fullum stigatali 3 x 7 stig = 21.stig.

Komandi leygardag, verður so aftur ein FM stevna á skránni,
og hesaferð vera tað Fuglfirðingar sum vera vertir.

Sigast má at hendan stevnan verður alt avgerðandi, hvørt
um hini bæði 10 mannaførini fara at gera nakað við Klaksvíking.

Vinnur Klaksvíkingur hesa stevnuna, so kann væntast at
hann er so at siga blivin FM vinnari 2011, altso um onki
heilt óvænta kemur uppí leikin, so sum at ein ár, ella
tollur brotnar.

Sum ein rógvari nevndi seinastu stevnu fyri KvF, so vera fleiri
útskiftingar umborð á Klaksvíkingi, sum nokk koma at vera frá
stevnu nummar fimm, so er spennandi at vita, um teir sum loysa
av eru eins væl fyri sum hinir sum vera avloystir.

Livst so spyrst

ÁRF heimasíðan ynskir manningini umborð á Klaksvíkingi
hjartaliga til lukku við teimum sera flottu sigrinum ;)

Hetta eru so úrsliti frá Jóansøku 2011

1 Klaksvíkingur 06:32.03
2 Vestmenningur 06:36.03
3 Hoyvíkingur 06:46.11

Hetta eru so FM støðan eftir tríggjar stevnur.

1 Klaksvíkingur 21
2 Vestmenningur 18
3 Hoyvíkingur 15

ÁRF

Róðrarmyndir kunna keypast frá ÁRF,
við at senda t-post til arf@arf.fo

Stuðul til heimasíðuna 2011 er.:

Nóa Bilútleigan
Telefon 75 75 75
www.noa.fo





«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk

Stuðla ÁRF

Øll kunna stuðla, við at gjalda
upphædd inn á konta í NS (9865)102.857.4


www.betri.fo