ÁRF ársins
Róðrarfelag 2007

 










Ársaðalfundur felagsins:
Verður í hølum felagsins.
Tann 20.10.2022 kl. 19:00
Skrá samb.lógum felagsins.
Nevndin


Grannskoðari hjá ÁRF:
Búðskaparstovan Sp/f
FO-700 Klaksvík
www.bl.fo

Nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði

 

Leygardagin 15. mai var nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði. Talan er um eitt nýtt seksmannafar, ið kollfirðingurin Heri Hansen hevur smíðað.

Í stuttari viðmerking við heimasíðuna sigur Heri at hann altíð hevur havt áhuga fyri bátasmíði, og tá hann sjálvur hevur róð kapp, var tað nærliggjandi at smíða ein kappróðrarbát.


Biscmark tekur fyrstu tøkini (mynd: Bergur I. Johansen)

Fólk vóru á einum máli um, at báturin fleyt væl í sjónum og rann sera væl ígjøgnum sjógvin. Hetta er óivað ein gongubátur, og er hetta sjálvandi áhugavert, tí hann brýtur nakað frá teimum frálíku kappróðrarbátunum sum vit kenna, ið Sámal Hansen hevur smíða.


Bátasmiðurin við húgvu, setir flaggið upp.
(mynd: Bergur I. Johansen)

Fólk frá Róðrarsambandi Føroya hava mált bátin upp og líkur hann øll ásett mát frá RSF, og er báturin tískil góðkendur sum kappróðrarbátur.

Báturin hevur fingið navnið Biscmark og er skrásettur at rógva fyri Kollafjarðar Ítróttarfelag (KÍF).

Annars er báturin ikki mannaður í løtuni, men væntandi verður hann at síggja til onkra av FM-stevnunum seinni í summar.

Vit ynskja Hera hjartliga tillukku við nýggja kappróðrarbátinum.

 

JUS

 

 

 





«2023»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Komandi tiltøk


NETbingo

www.bingo.fo

Trýst her!