Strálan slapp ikki at rógva á Vestanstevnu, hon bleiv (diska)
Til Vestanstevnu gleddu teir seg umborð á Stráluni, til at sleppa at rógva,
men hendan gleðin var stokkut.
Tá Strálan kemur út at leggja til startin, fáa teir harraboð um at teir sluppu
ikki at rógva, tí róðursmaðurin hevði stýrt einum barnaróðri fyrr um dagin.
Sambært upplýsingum sum vit hava fingið frá Stráluni, so gjørdu tey sum
vanligt er, at senda eina skrivliga fráboðan inn til RSF, um at ein annar skuldi stýra
Stráluni, vegna forfall.
Tí fór Strálan út til startin við góðari trúgv um at alt var ílagi, tí tey høvdu
onki signal fingið frá RSF um at hetta ikki kundi lata seg gera.
Sostatt bleiv Strálan "diska" og spurningurin stendur framvegis opin,
um hví tey í Stráluni ikki fingu hetta at vita, so at ein annar róðursmaður
kundi stýra, tí sum heimasíðan hevur frætt, so høvdu fleiri bjóða seg fram.
Vit sendu d.d. ein t-post til RSF, um fyrispurning uppá, hví Strálan ikki slapp
at rógva á Vestanstevnu, men vit hava ikki fingið svar uppá fyrispurningin,
sum ljóðaði soleiðis.
Hey RSF,
Kunna tit upplýsa okkum, hví 6.mf. menn Strálan, bleiv
útihýst frá róðrinum á Vestanstevnu í 2010. ?
ÁRF
Men sum sagt so hava vit ikki fingið svar uppá fyrispurningin.
ÁRF