www.arf.fo









  

ÁRF, eigur onki kappróðrarneyst, í løtuni er báturin í lántum neystið í Árnafirði, sí myndirnar omanfyri.

 

Annars hevur Árnfirðingurin, staði uppi í Minuhúsinum, øll árini síðani, hann bleiv bygdur í 1965.

 

Men ÁRF, sum bleiv endurstovnað 6 apríl 2005, vil ikki hava hetta sitandi á sær, at felagið ikki eigur nakað neyst.

Avgjørt er at byggja eitt nýtt neyst í bátahylinum í Árnafirði.

Fíggingin er komin uppá pláss.

Økisásetingin har neystið skal byggjast á, má fyrst broytast, og verður hetta vónandi komi uppá pláss skjótt.

Við goðari vælvild frá Klaksvíkar Kommunu, letur hetta seg gera, at felagið kann byggja kappróðrarneyst, Árnafjørður er í Klaksvíkar Kommunu, og hevur Árnafjørður altíð veri saman við Klaksvíkar Kommunu, líka síðani Kommunan bleiv sett á stovn.

Hetta verður so tað næsta kappróðrarneystið í Kommununi, eitt er eisini í Klaksvík.

Sí samtyktirnar á Býraðsfundi, hjá Klaksvíkar Býrað, 24 nov. 2005.

 

Býraðsmál nr.:169.
2005-03-23 Kappróðrarneyst í Árnafirði.
Víst verður til býráðssamtykt frá 21.06.05, har samtykt varð at játta grundøki til kappróðrarneyst í Árnafirði innanfyri ætlaðu neystútstykkingina í C3/2 økinum í Árnafirði. Í skrivi, móttikið 14.10.05 verður biðið um , at settar verða av kr. 900.000 til kappróðrarneyst, samstundis sum teir boða frá, at teir heldur ynskja øki í bátahylinum. Hjálagt er yvirlit frá Kl. Havn yvir skrásett leigumál av havnaøkjum í Árnafirði. Sí skriv frá T.U.

Sí eisni notat í málinum, har sagt verður, at í hesum partinum er ikki støða tikin til umsóknina um stuðul uppá kr. 900.000, men gongur umsitingin út frá, at Fíggjarnevndin viðger hendan partin av umsóknini.

Havnanevndin tekur undir við, at neystið verður staðsett í bátahylinum og mælir til, at ásetingin verður broytt. Atli Justinussen luttók ikki í viðgerðini (vegna ógegni).

Málið hevur verið til kunning í Fíggjarnevndini.

Býráðsins samtykt:

Tilmælið samtykt.

Atli S. Justinussen luttók ikki í viðgerðini av málinum (vegna ógegni).

 

Býráðsmál nr.: 176.

Íløgujáttan til kappróðrarneyst í Árnafirði, 900 tkr., samtykt við 5 atkvøðum fyri (Steinbjørn O. Jacobsen, Kristian Fríðrik Olsen, Jákup Mikkelsen, Gunvá við Keldu og Jórun Høgnesen) og 4 ímóti.

Býraðsins samtykt:

Atli S. Justinussen luttók ikki í omanfyri nevndu viðgerð (vegna ógegni).






«2019»Í dag«Okt»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk

Stuðla ÁRF

Øll kunna stuðla, við at gjalda
upphædd inn á konta í NS (9865)102.857.4


www.betri.fo