Søgan
Árnafjørður er, sum tey flestu vita, ikki ein nýggj kappróðrarbygd.
Í 1964 tóku Árnfirðingar seg saman at manna ein bát, fyri at royna seg í kappróðri. Hetta varð so gjørt, men tað kann ikki sigast, at tað gekk av tí besta, tí báturin endaði heldur aftarlaga í 1964.
Men hetta vildi teir ikki á sær sita, so tá teir høvdu róð á Ólavsøku 1964, fóru teir beina kós, niðan til bátabyggjaran, Niclas í Koltri, har teir bóðu hann smíða ein nýggjan Árnfirðing.
Í 1965, gekk betur, men tó rukku teir ikki tað mál teir høvdu sett sæt fyri, altso FM-heiti.
So bragdaði, tá vit skriva árstalið 1966, tí tá bleiv Árnfirðingurin FM-vinnari hjá 8 mannaførinum.
Árnafirðingur vann heili trý FM-heitir á rað, í 1966-1967-1968.
Og er Árnfirðingur tann fyrsti, sum vann tey trý fyrstu FM-heiti á rað hjá 8 mf.
Og vilja vit her á heimasíðuni, takkað teimum sum tá gjørdu hesi brøgd, fyri felagið.
Vit á heimasíðuni, leita eftir myndum frá 60 inum, hava tit onkra liggjandi, høvdu vit fegin vilja frætt frá tykkum.
Róðrarárið 1966 var fyrsta árið, har Árnfirðingur varð føroyameistari
Árnfirðingur, var við á 9 stevnum 1966, hann var nr. 1 á 6 stevnum, nr. 2 á einari stevnu, og nr. 3 á einari.
Manningin á hesari myndini er hendan
Toftini- Símun M.Poulsen(Dahl)- Bakborð
Toftini- Mikkjal Mikkelsen- Stýriborð
Á Bøgini- Jóan Pauli Henriksen- Bakborð
Á Bøgini- Hanus Poulsen- Bakborð
Í Rúminum- Torleif D.Justinussen- Bakborð
Í Rúminum- Sámal Jákup Mikkelsen(Akki)- Bakborð
Á Lærinum- Peter Pauli Poulsen- Bakborð
Á Lærinum- Sigvard Steffensen- Bakborð
Róðursmaður var Hans Andrias Olsen.
Niels L. Arge, ursmiður úr Havn, lat Ferðasteyp, sum Árnfirðingurin vann 1966.
Fleiri av manningini róðu fleiri ár, ímeðan aðrir fóru til skips, og menn komu í mans stað.
Nevnast kann, at Sølmundur vann tað í 1964, og Miðvingur í 1965.