ÁRF ársins
Róðrarfelag 2007

 










Ársaðalfundur felagsins:
Verður í hølum felagsins.
Tann 20.10.2022 kl. 19:00
Skrá samb.lógum felagsins.
Nevndin


Grannskoðari hjá ÁRF:
Búðskaparstovan Sp/f
FO-700 Klaksvík
www.bl.fo

Vegleiðing frá Skipaeftirlitinum

um góðkendar bjargingarvestar umborð á kappróðrarbátum

Í kunngerð nr. 64 frá 17. mai 2006 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum er ásett, at øll manningin á kappróðrarbáti skal vera í einum av Skipaeftirlitinum góðkendum bjargingarvesti[1].

Í hesi vegleiðing vísir Skipaeftirlitið á krøvini til góðkendar bjargingarvestar umborð á kappróðrarbátum:
 
1. Vestarnir skulu vera av góðkendum slag (typegóðkendir). Skipaeftirlitið góðkennir vestar sum eru merktir við evropeiska CE-merkinum ella við altjóða ratmerkinum     og

2. Vestarnir skulu hava ávísa uppdrift t.v.s. eginleikar at halda einum persóni flótandi. Uppdriftin verður ásett í Newton (N). 10 Newton svarar til uml. 1 kg. uppdrift.

a. Rógvarar, ið duga væl at svimja, skulu brúka vestar við í minsta lagi 50 N uppdrift.
b. Rógvarar, ið als ikki duga at svimja, ella ikki duga væl at svimja, skulu brúka vestar við í minsta lagi 150 N uppdrift.

Vestarnir eiga at vera í sterkum litum – orange, reyðum ella gulum - so tað gerst lættari at fáa eyga á ein neyðstaddan persón í sjónum.
 
Vestarnir mugu viðlíkahaldast og/ella undir regluligt eftirlit samsvarandi ásetingunum frá framleiðaranum.

Skipaeftirlitið, juni 2008

KUNNGERÐ NR. 64 FRÁ 17. MAI 2006 UM BJARGINGARÚTGERÐ Á KAPPRÓÐRARBÁTUM

Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT) verður ásett:  
 
§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum góðkendum bjargingarvesti, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum kunnu tó áleggja manningini at vera í vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.

 § 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi hava hesa útgerð umborð undir venjing:
  • Kumpass,
  • Pøs ella eyskar at oysa við,
  • Radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og
  • Floytu ella blásilúður.
 § 3. Brot á ásetingarnar í §§ 1 og 2 verður sambært § 9 í lógini revsað við bót.
 § 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 16. mars 1999 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.

Fiskimálaráðið, 17. mai 2006

Bjørn Kalsø (sign.)     landsstýrismaður   / Rógvi Reinert (sign.)

[1] Burtursæð frá góðkenningarkravinum fyri sjálvar bjargingarvestarnar, er tað ikki Skipaeftirlitið, men Fiskiveiðieftirlitið, sum hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin.





«2023»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S
Komandi tiltøk


NETbingo

www.bingo.fo

Trýst her!